BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

1. flokkur vann endurskinskappingina

22.02.2012

Vestmanna skúli hevur fimta árið á rað skipað fyri endurskinskapping millum 1. - 7. flokkarnar.
Endurskinskappingin byrjaði 31. oktober 2011 og endaði seinasta fríggjadag 17. februar 2012.

Í 1., 2., 3.,  4. og 7. flokki høvdu ALLIR næmingar endurskin hvønn dag frá kappingarbyrjan til og við seinasta fríggjadag, tá ið kappingin endaði.
5. og 6. fl. bóru endurskin ávikavist 99, 8 og 98,5 % .

Samanumtikið má sigast, at talan er um eitt úrslit, næmingar, lærarar og foreldur kunnu fegnast um og vera errin av!

Vinningin, ein túr til Havnar at bowla og svimja, varð funnin við lutakasti millum flokkarnar, ið stóðu á jøvnum við 100 %.
Steypið hevur 1. flokkur sum vinnari av endurskinskappingini  í varðveitslu og fær sítt navn innritað á tað.
Vit ynskja øllum næmingum tillukku við flotta úrslitinum (98,5 -100%!!), og vóna, at tey framhaldandi minnast til at nýta endurskin, so tey kunnu ferðast tryggari í ferðsluni.

                Úrslitið av endurskinskappingini
næmingar prosent Støðan
1. fl 21 100 1
2. fl 21 100 1
3. fl 19 100 1
4. fl 13 100 1
5. fl 17 99,82 2
6. fl 24 98,51 3
7. fl 12 100 1