BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


1. maidagshald í Vestmanna

27.04.2016

Høgni Hoydal og Hanus Kamban røða 1. mai í Vestmanna

Triðja árið á rað verður skipað fyri 1. mai-haldi í Vestmanna. Tiltakið verður sunnudagin kl. 16.00 - og hesaferð á sonevnda “Reyða Torginum” í Vestmanna.

Røðarar verða Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Hanus Kamban, rithøvundur.

Vestmanna Hornorkestur fer at spæla.

Hini bæði árini frammanundan hevur 1.mai-haldið verið í gomlu sýslumanshúsunum, men tað vóru so nógv, ið komu at lýða á, at tað var ov trongligt innandura. “Reyða Torgið” er væl hóskandi til almenn tiltøk, og har er eisini vanligt at koma saman, tá jólatræðið verður tendrað. Ein kaffimunnur verður at fáa í ungdómshúsinum Staðnum beint yvirav.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Vestmanna Arbeiðarafelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag