BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


1. mai-hald í Vestmanna

29.04.2015

Eisini í Vestmanna verður altjóða arbeiðaradagurin hildin, ið er nú fríggjadagin 1. mai. Tiltakið verður kl. 16 í gomlu sýslumanshúsunum á Bakkavegi.
Tað eru Vestmanna Arbeiðarafelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag, ið skipa fyri.

Røðarar verða Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, og Rigmor Dam, løgtingskvinna.
Jens Marni Hansen fer at stíla fyri tónleikinum og syngja og spæla nakrar sangir.
Fundarleiðari verður Hilbert Elisson, formaður í Norðstreymoyar Javnaðarfelag.

Hetta er aðru ferð, at 1. mai verður hildin í Vestmanna. Fyrstu ferð var í fjør, tá fitt av fólki komu saman í góðveðrinum at lýða á. Tá var haldið í túninum uttanfyri, men hesi ferð er væntandi, at vit verða innandura í nýumvældu og rúmligu sýslumanshúsunum. Ein heitur kaffi- ella temunnur við kakubita verður afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Vestmanna Arbeiðarafelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag