BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



12 næmingar í 1. flokk

15.08.2008

Tá ið skúlin byrjar aftur mánadagin 18. august, vera 12 næmingar í 1. flokki.

Næmingatalið í ár er pr. 1. februar uppgivið at vera 194.  Møguliga verður endaliga talið 192, tá ið næmingatalið 1. septembur enn einaferð verður latið MMR.

3. sept 2008 var næmingatalið 204. 30. januar 2008 varð til MMR uppgivið 194 næmingar í 12 flokkum.

Stóra minkingin er serliga orsakað av, at 10. flokkur, ið varð liðugur í ár, taldi 25 næmingar, og 1. flokkur, ið nú byrjar í skúlanum, telur 12 næmingar.

Úr Kvívíkar Kommunu koma 29 næmingar, teir flestu í framhaldsdeildina. Í 8. flokkunum verða tilsamans 15 næmingar úr Kvívíkar sókn. So minkingin í næmingatalinum er ikki at finna har, men heldur her hjá okkum sjálvum.

Í skúlanum eru í ár starvsettir 24 lærarar. Av hesum eru 22 læraralærd, ein musikskúlalærari og ein sergreinalærari.

Mánadagin verður møtt soleiðis:
lærararnir møta kl. 8.00
2. - 7. flokkarnir kl. 9.00
8. - 10. flokkarnir kl. 10.00
1. flokkur kl. 11.00.