BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


20 børn farin í 1. flokk

25.08.2010

 

Mánadagin 16. august byrjaði skúlaárið 2010-11, og tá fóru 20 næmingar, 6 dreingir og 14 gentur, í skúla fyri fyrstu ferð.

Tað eru 190 næmingar skrásettir í Vestmanna skúla skúlaárið 2010-11.
27 av hesum koma úr Kvívíkar sókn, 8 næmingar ganga í 2. - 6. fl. og 19 í framhaldsdeildini.

Lærararnir eru 22 í tali umframt ein námsfrøðiligur stuðul. Vit hava vælútbúnar lærarar, og flestu teirra við drúgvum royndum, til størvini.

Tónleikastovan er ljóðdoyvd og eru vit sera fegin um úrslitið. Vit rokna eisini við og vænta, at smíðstovan verður gjørd í stand í hesum skúlaárinum.