BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

22 næmingar í 1. flokki

Mánadagin 15. august fóru 22 næmingar í 1. flokk, 9 gentur og 13 dreingir. Lærarar í 1. flokki eru Rannvá Matras Olsen, flokslærari, Daniel Rapa, Ioana Rapa og Sarita Eriksen.

190 næmingar eru skrásettir  í Vestmanna Skúla skúlaárið 2011 12. Úr Kvívíkar sókn koma 25 næmingar.

Lærararnir eru 24 í tali, svarandi til 18,7 fulltíðarstørv.

Í framhaldsdeildin eru samvirknar talvur í øllum stovum og smíðhølið er útgjørt við nýggjari útsúgvingarskipan.

Í ár verða nýggjar námsætlanir galdandi fyri 8. flokk og samstundis nýggjur próvtalsstigi, 7-talsstigin.
Kunning um nýggju námsætlanirnar fæst inni á http://www.namsaetlanir.net/