BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


59 hval løgdu beinini í Vestmanna

24.06.2010

Klokkan 05 í morgun varð ein grind funnin út fyri Múlan yvir av Slættanesi. Grindin varð rikin til Vestmanna, og legði beinini áðrenn kl. 7 í morgun.

Talan er um eina lítla grind, 59 hvalir, 392 skinn, og verður býtt í drápspartar.

Sýslumaðurin, Finnbogi Midjord sigur, at seðlarnir koma út kl. 12 við Havnarskrivstovuna.