BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

8. mars hald á Bryggjuni

05.03.2014

9. árið á rað skipa tær báðar Augusta Petersen og Gyðja Hjalmarsdóttir fyri
8. mars haldi í Vestmanna. Undirtøkan fyri haldinum plagar at vera sera góð, og tað verður hon væntandi eisini í ár.

Haldið verður á Bryggjuni leygarkvøldið 8. mars kl. 20.00. Dyrnar lata upp kl. 18.

Malan hjá Anniku heldur 8. mars røðuna.
Sangur og tónleikur verður við Hildur H. Niclassen.
Undirhaldinum standa 2menn fyri. 2menn eru Bárður Persson og Jákup Dahl.

Vertir eru Augusta og Gyðja, sum munnu fara at koma við nøkrum mergjaðum og vælrímandi orðum.

Ókeypis atgongd, men madam blá tekur ímóti ítøkiligum stuðli.
18 ára aldursmark.