8. mars hald

07.03.2011

5. árið á rað verður 8. mars hald á Bryggjuni.  Sjálvt haldið byrjar kl. 20.00, men vit lata sjálvandi upp í góðari tíð, sum vanligt er. Vit hava ymiskt gott at væta góman við umframt køkur og kaffi.

Marna Kárvør Jacobsen ritstjóri, hon við kanningunum av kvinnu rollum í skúlabókum, beinrakin bloggari og serliga vælskrivandi kona, fer at halda 8. mars røðuna.

Barbara Christophersen sjónleikari, skal prika okkum við humoristiskum hugleiðingum um feminismu, kvinnurollur og onnur sannleiksorð um okkum sjálvar.

Birita og Rókur fara at lata sangin og tónleikin ljóma úr fjøru til fjals.

18 ára aldursmark.