8. marshaldið 2007

12.03.2007

Bankabókin

Mítt ískoyti til 8. mars í dag skal vera henda røða, sum eg rópi: Kvinnurnar inn ella pengarnar út! Og í røðuni frætta tit meira um, hvussu stórt vald vit hava, um vit bara taka tað.

Bankabókin kom út í hvørt hús stutt fyri jól, hon skuldi siga okkum, hvønn týdning Føroya Banki hevur havt hesi 100 árini og í somu bók skrivar Jóan Pauli Joensen, professari eitt yvirlit, sum eitur Føroyar í 100 ár.

Aftast er eitt navnayvirlit og lætt er at telja: 309 menn og 12 kvinnur. Vit megu spyrja: hvar vóru vit hesi 100 árini? Hvussu ber tað til at ein banki var til í 100 ár við ongum kvinnum í landinum?

Eg havi livað í gott og væl helvtina av hesum 100 árunum, og eg veit at nógvar konur vóru til - eisini her í Vestmanna.

Vestmannakonur

Havi eina ferðina verið á uppboðssølu ella aukjsón sum tað at tá, tað var fyri so mongum árum síðan at eg ikki rættiliga fati at eg minnist tað. Eg haldi eg var við ommu, og tað sum var á uppboðnum var leysafæ ikki stórognir. Ein buglutur ketil var boðin og fólk flentu og onkur segði, at Marianna mátti átt frægari ketil. Eg spurdi hvør Marianna var og fekk at vita, at Marianna hevði átt skip og virki, við øðrum orðum reiðari. Vit kendu bara ein reiðara og tað var Einar Dahl og vit bæði bukkaðu og søgðu tygum við hann, so eg visti at tað var fínt og máttmikið at eiga skip. Og at tað kundi vera ein kona sum var reiðari, tað helt eg vera áhugavert, so mikið, at tað einasta eg minnist frá uppboðnum, er ketilin hjá Marionnu sum var reiðari – tað var eisini mín fyrsta læra um at konur kunnu alt! Takk Marianna!

Vit áttu heftini tit vita, Færøerne, og tey sluppu vit at blaða í, tá stovan var opin og heit til høgtíðir. Í henni vóru myndir, sum ein kona í Vestmanna hevði málað, tað helt eg vera stuttligt og var errin av at ein vestmannakona hevði málað myndir í einari bók, sum enntá var skrivað á donskum. Konan var Bergithe Johannessen og hon var fyrsti føroyingurin sum fór uttanlands at fáa sær útbúgving í list!

So var tað ljósmóðurin, sum tók móti beiggja, og Elin Maria, sum gekk til allar konurnar, sum skuldu eiga ella høvðu átt, tí ljósmóðurin hevði so nógv um at vera.

Olga hjá Samson, sum kom at hjálpa ommu, sum lá fyri deyðanum og hevði liggisár - Olga hevði fult hús av børnum og eisini telefonstøð.

Og so allar tær røsku konurnar sum arbeiddu í fiski, eg minnist serliga Elin Mariu, mammu Frits í Toftum, hon fór spelandi oman Toftabrekku í smekkubuksum og helt sær og sínum uppi. Hon var ein fyrimynd.

So var tað Ingibjørg hjá Helannu, sum arbeiddi í trolinum og kravdi inn fyri sjúkrakassan. Eg minnist at mamma fortaldi, at Ingibjørg var komin oman í kjallaran, har mamma vaskaði stórvask og Ingibjørg hevði sagt, at tað var so doyligt at hoyra hana syngja. Ingibjørg gjørdi dagin, sum annars var strævin og súrur til ein góðan dag fyri mammu. Havi frætt at Ingibjørg á so mangan hátt hevur lætt um, har tað trongdi til – hon var ein eingil!

Og so vóru tað allar skálakonurnar: Hanna hjá Jack, Olga, Fía, Mia og Karla, sum áttu lívið í okkum á so mangan hátt.

Ein dagin kom eg heim at fortelja mammu, at tá fór at vera stór skuldi eg vera sum Kvívikslærarinda - tað bleiv flent og eg skilti á lagnum, at hon ikki endiliga var nøkur fyrimynd. Eg tagdi um Kvíkvíkslærarindu, men ongin skal stjala fyrimyndina: Hon fekk bíbliusøguna at skyggja, tí hon hevði sjálv verið í Ísraelslandi og kundi fortelja um Bethlehem og Nazareth, so vit sóu tað fyri okkum. Hon hevði eisini ferðast aðrasteðs og kundi fortelja okkum, at í Eysturríki søgðu tey eisini Jesus fylgi tær, bara á týskum, og eg meini hvør vestmannakona hevði verið so langt burturi? Hon átti góð hús og vakran garð og hýsti kvívíksbørnum, sum gingu í skúla her. Men hon var gomul genta, og tað var ikki fyrimyndarligt.

Og so vóru tað allar konurnar, sum bara hildu øllum uppi. Menninir vóru til skips, nógvir komu ikki aftur. Tað eina tørnið fóru menn úr hvørjum býlingi innan fyri stutta tíð: Stella Argus, pápi mín, Óla Jákup, sum datt oman og lítli Petur og eg kundi blivið við. Eg haldi tað mesta av bygdini var í koma í langa tíð.

Míni minni um hesa tíðina eru konurnar sum bara komu og vóru og loftaðu og uggaðu.

Fyri meg, sum misti pápan, eina mostur og aðra ommuna innan fyri eitt stutt tíðarbil, vóru hesar konurnar sum frelsandi einglar. Tær hildu saman uppá alt, fingu okkum á føtur aftur og eg ivist onga løtu í, at tit sum lurta hava uppaftur fleiri søgur um konur, sum í grundini gjørdu, at tað bar til at hóra undan í einari bygd sum hesari.

Í dag

Kringvarpið fylti 50 ár herfyri og veitsla varð hildin og har vóru sjálvandi eisini fleiri knáar Vestmannakonur, og vit sótu nakrar við eitt borð og menninir løgdust til og vit prátaðu um felags kenningar og gomul minni, tá sigur Palli hjá Jolantu, at tað átti at verið skriva um hesar konurnar og ja, Palli, tað átti tað – tað stendur ongasteðs um tær. Vit standa á herðunum á hesum konunum, tær ruddaðu slóð og eg ivist onga løtu í, at teirra avrik eisini er ein partur av tí, sum tit hava avrikað. Tit tóku tykkum saman og fóru í bygdarráðið fyri at skapa felags grundarlag fyri trivnað í bygdini. Tit tóku um endan har so mangur maður hevði slept, og tit kláraðu tað so einastandandi flott. Og eg má siga, at eg var errin av at vera vestmenningur eftir tað valið.

Hvat so nú? Døtur okkara flenna eitt sindur, tá vit grussast um javnstøðu og forsyndast inn á, at menninir sita so tungt á øllum. Hvat snakkar tú um? siga tær, øll kunnu stilla upp, vit liva í einum fríum landi og tann ultimativa viðmerkingin er: Get a life – slóðin er við øðrum orðum ruddað, nú er sloppið, halda tær....

Blaðið kvinna

Madeleine Allbright, sum var amerikanskur uttanríkisráðharri fyri ikki so langari tíð síðan segði, at tað er eitt serligt pláss í helviti fyri kvinnur, sum ikki stuðla hvørjari aðrari. Hon hevur eitt gott poeng. Eg haldi at hetta kjakið sum stóðst av, at blaðið Kvinna setti sær fyri at skipa fyri 8. marts haldi um nútímans javnstøðu er eitt fínt dømi um poengið hjá Allbright. Hildið varð, at tiltakið var so mikið dýrt, at flakakonurnar ikki høvdu ráð at vera við og at hetta var bara fyri fínarimpurnar. Eisini summir menn vóru við í kjakinum, men ringast vóru vit sjálvar. Hvør skal ráða fyri, hvussu 8. marts verður hildin, uttan vit sjálvar? Og hvør forðar okkum í at halda dagin her í Vestmanna ella hvar hann annars verður hildin í landinum? Blaðið Kvinna hevur ikki stolið dagin, vit stjala allar dagin, akkurát sum vit sjálvar velja. Tað vóru kommunistakonurnar sum stjólu dagin av fyrstan tíð, skræddu hann úr kalendaranum og gjørdu hann til stríðsdag hjá øllum kvinnum - ikki fyri at vit skuldu stríðast móti hvørjari aðrari, men fyri at vinna øllum kvinnum javnrættindi um allan heim - soleiðis er tað!

Vit eru ikki sama slag, vit hava bara eittans í felag og tað er at vit hava sama kyn og eru umleið helvtin av mannaættini. Tað átti at verið eitt gott grundarlag fyri at arbeiða fyri felags málum. Men hvat er tað sum forðar?

Tað er ein grund til at eg havi nevnt hesar ymisku konurnar, sum eg haldi so nógv um, í kvøld. Eg haldi tær eru fyrimyndir allar uppá hvør sín máta og allar við ymiskum uppgávum og við ymiskari orku. Nógvar fara ongatíð at standa í bókum, neyvan heldur um onkur skuldi tikið seg saman til at skriva Vestmanna søgu - tit vita hvør fer at standa í henni!

Tað er bara so, at vóru tær ikki har, so var onki. Løgðu tær ikki kropp til børnini vóru ongi, vóru tær ikki hjá, komu vit ikki undan, heldur ikki dreingirnir og menninir. Men tað telur bara ikki – er onki vert – heldur ikki í eygunum á okkum konum, sum sita her í kvøld. Og hví man tað vera, hví halda vit ikki okkum vera nakað verdar?

Privata kvinnustríð

Eg má siga fyri meg, at eitt av aðalmálunum í mínum heilt privata kvinnustríði hevur verið at lagt gentunum eina við, at læra seg okkurt yrki, líka mikið hvat, bara tú hevur eitt prógv at leggja við umsóknini og orsøkin til tað er, at vit ongatíð kunnu vita, um vit ein penan dag skulu vinna til lívsins uppihald fyri okkum sjálvar og børnini. Vestmanna er ein bygd, hvar hetta er sannroynd, tí so nógvir menn eru falnir frá og tá er neyðin, at jú minni tú hevur lært, tess tyngri er tað at vinna til lívsins uppihald.

Í dag fara tær ungu genturnar - tær allarflestu - at læra seg okkurt. Vit hoyrdu ungar gentur í Hvalba siga í sjónvarpinum, at fiskaarbeiði var fínasta slag fyribils, men allar skuldu í skúla. Og tað er føgur yrking í mínum oyrum.

Hvat hendir so við okkum, tá vit hava lært? Jú vit arbeiða og stríðast og so fáa vit mann og børn og so fara vit niður í tíð!

Niðursett tíð

Tað verður kalkulera við niðursettari tíð á nógvum arbeiðsplássum, tað passar okkum so væl og nógv yrki eru so slítandi, at tað ikki ber til at røkja tey fulla tíð. Standa vit saman og krevja, at fleiri fólk verða sett og arbeiðstíðin stytt fyri øll? Nær hoyra tit tað herrópið? Hví krevja vit ikki, at arbeiðsmarknaðurin verður innrættaður eftir kvinnulívinum?

Nei vit velja heldur at gera privatar avtalur, fyri at eg ikki skal slítast, og fyri at eg skal hava stundir til alt hitt. Har eru vit onga leið komnar. Og hví eru vit ikki tað?

Tað er eittans orsøk, allarflestar okkara arbeiða tí og tá tað passar okkum. Tit kunnu spyrja tykkum sjálvar, hví so er!

Arbeiðið er ikki ein lívuppgáva, tí vit raðfesta nógvar aðrar uppgávur hægri.

Eg havi eina ferðina sitera eina Vestmannakonu fyri at siga: Eg elski mítt arbeiði og mær dámar so væl at vera mamma og alt hitt, hevði man bara kunna kombinera.. eg helt tað var so presist sagt um hetta dilemmaið.

Vit duga alt, vit kunnu alt, vit vilja alt, men orkan røkkur ikki til alt. Vit kunnu vera skipasmiðir, føra stór skip og passa alskyns maskinur, tað tyngsta og strevnasta arbeiði nú á døgum er kvinnuarbeiði. Alt tað tunga arbeiði, sum konurnar eg nevndi í byrjanini gjørdu, hava vit savnað á stovnum – børnini, tey gomlu og sjúku og so framvegis, og alt hetta arbeiði gera kvinnurnar framvegis, nú bara fyri løn. Við øðrum orðum: vit gera tað sama arbeiðið, sum vit altíð hava gjørt, nú fyri løn, er nakað broytt?

Eg haldi ikki.

Tá evran varð innførd í Finnlandi gjørdu fakfeløgini hjá kvinnunum eina kvinnuevru, har ein biti uppá 20 prosent var skorin úr evruni. Hetta fyri at vísa á, at kvinnurnar framvegis fáa 20 prosent lægri løn enn menn. Man tað ikki eisini vera galdandi her?

70 árini

Tað privata er politiskt var herrópið í 70 árunum, tá vit vóru reyðsokkar. Vit vóru frekar og gjørdu bókling um fyribyrging – hvat er meira privat enn kynslívið? So kom ikki her! Tað fell ikki í góða jørð hjá øllum, verri enn so, men vit bæði geylaðu og hóttu, og tað eydnaðist at fáa bóklingin ókeypis í hvønn krók. Tað bar til tá! Og tað privata er framvegis politiskt.

80 árini

Eina ferðina fyrst í 80 árunum skipaði eg saman við nógvum konum fyri 8. marts haldi í Norðurlandahúsinum, har vit gjørdu gjøldur burturúr uppskotinum hjá Dánjal Paula Danielsen um at tað almenna skuldi lata mammuløn, soleiðis at tað slapst undan hesum stovnunum, tað var familjupolitikkur tá. Í grundini ikki nakað vánaligt uppskot, men vit hildu at eftirsum børn hava tvey foreldur, so skuldi lønin komi teimum báðum til góðar, men tað var sjálvandi ikki tað sum Dánjal Pauli vildi. Tí spældu vit eina sketsj, har allar konurnar sleptu endanum og fóru til hús og gjørdust kreativar saman við hvørjari aðari og børnunum. Hin sketsjin var, hvat hendi har sum konurnar høvðu arbeitt: ongin skar flak, ongin skrivari í læknaviðtaluni og heldur ikki fiskasølustjórin hevði nakran at hjálpa sær, alt var sjálvandi kaos!

Havi ofta hugsa um hesar sketjsirnar, hvat var tað í grundini hetta snúði seg um. Í grundini ein stuttligur tanki, at foreldur hava løn fyri at ala børnini upp, er hann  so órímiligur? Tað er so eisini endað við, at pápar fáa eitt vet av farloyvi í sambandi við barnsburð, men enn er stórur munur á, tað gongur tó rætta vegin kann man siga, men er tað, tað vit vilja?

Vita vit, hvat vit vilja?

Vilja vit í grundini ikki bara nakað heilt privat, tað sum hóskar best til meg og míni?

Passión

Ein gomul donsk vinkona skrivaði ein dagin, at hon saknaði eina passión, okkurt at ganga upp í av álvara – tað er sum at passiónirnar vikna ta tíðina, lívið er so fult av uppgávum, sum skulu røkjast.

Ein passión er nevniliga góð at hava og tað havi eg langt síðan roknað út, at tit halda at, eg skal hava eitt boð uppá, nú tit biða meg halda talu á kvinnudegnum.

Eg vendi aftur til konurnar eg byrjaði við, teirra loftandi hendur - tær eru vorðnar professionellar, tær lofta á stovnum, her tey sum hava umsorgan fyri neyðini eru, ella tey sum lorra eftir í heimunum, tær lofta fyri løn, men tær gera tað í flestu førum undir ógvuliga trongum fíggjarkarmum. Tað vísir seg sum onki er óført, tá byggjast skal, og onki ilt um tað, men raksturin hvussu sær hann út?

Vit hava onga gølu havt enn, men tað er bara ein spurningur um tíð og ikki minst ein spruningur um dirvi hjá teimum avvarðandi at tala at. Sum er hættar ongin sær at tala at, ongin kannar heldur eftir hvussu vorðið er – ongin pisakanning av teimum gomlu og sjúku, sum biðið verður fyri hvønn sunnudag, og tað er forrestin harðliga tiltrongt.

Tað sum hendir tá tey sum lofta verða slitin og tíverri ofta avloyst av fólki við lítlari ella ongari læru, so minkar medvitið um, hvat tað er tú hevur við at gera. Líkasælan breiðir seg, tí tú nært ongatíð tað tú skalt, og Trælanípan dagar upp í sjónarringinum. Tað er ein tann størsta hóttanin beint nú.

Ársins kvinna

Ársins kvinna varð kosin í Sosialinum herfyri og eg hvakk við: Ella Múller er ongin slóðbrótari ella konubrot sum stendur á skipabrúgv, men ein kona sum ger sjálvboðið arbeiði fyri onnur – akkurát sum allar konurnar eg nevndi. Hvussu ber tað til? Eg visti ikki hetta, tá eg hevði gjørt av hvat eg vildi røða um her í kvøld, helt satt at siga, at tað var rættiliga genialt, tað eg hevði funnið uppá. Men akk – lesarar sosialsins vistu nógv betur.

Ársins maður hevur eina slupp, sum hann rekur í ferðavinnuni, er gourmetkokkur og heilsar uppá tey kongiligu, ja munur er á og munurin er so sjálvsagdur. Birgir Enni hevur fingið sær ein vinnuveg, har hann framvegis sleppur at spæla sær, og gera tað hann elskar. Og tøkk fái Birgir fyri tað. Ella Múller er bóndakona og eg siteri ein innstillara: Ella útinnur meira enn tey flestu. Serliga fyri børnini, tey ungu, veiku og illa støddu. Ongin Fríðrikkur krúnsprinsur her!! Og hjartaliga til lukku Ella, og stóra tøkk fyri!

Tað letur til, at tað er tað ósjálvsókna, ókeypis og sjálvbodna, sum vit skulu gera fyri at koma í bløðini, so eg lúgvi tá eg sigi at tað er onki vert, tí tað halda í hvussu so er lesarar sosialsins. Hvat skulu vit halda um hetta?

Tað er ikki Heidi Petersen, sum situr í Tinginum, sum ein av trimum kvinnum, ikki Ingeborg Winther sum er formaður í Føroya Arbeiðarafelag, og heldur ikki vestmannakonan sum førir stórt ferðamannaskip. Við øðrum orðum, er ikki tað vit stríðast fyri at útbúgva okkum til, ella tað vit verða valdar til, sum telur  ... heldur ikki tað. Og nú er ringurin samankomin.

Vit, og hini letur tað til, hava lyndi til at halda, at tað er ein dygd at ofra seg, og grenja um at ongin takkar okkum fyri offrið. Eg haldi vit skulu venda tí við.

Eg havi lært meg, at tað tú gert, skalt tú fyrst og fremst gera fyri tína egnu skyld, fáa onnur gleði av tí, so er tað fínt, men tað skal ongatíð verða ein treyt!! Ganga vit runt sum trælir og vænta okkum takk afturfyri, skulu vit bíða leingi, møguligt kemur onkur í tankar um tað, tá vit liggja undir moldum, og hvørja gleði hava vit av tí tá?

At velja

Í dag hava vit nógv betri møguleikar fyri at velja: tú kanst velja at vera offur í ævigari ónøgd við støðuna, ella tú kanst velja tað mótsetta. Eg haldi at ein episodan í Matador, sum vit vísa í sjónvarpinum í løtuni lýsir hetta 100 prosent. Agnes, sum hevur tænt hjá fínu bankafamiljuni giftist og fær tveir synir. Ein sunnudag skal hon servera í einari konfirmatión og avtalar við pápan, at hann skal vera hjá dreingjunum, men hann gloymir avtaluna og hon fer avstað frá børnunum. Eldri drongurin fer at leita eftir pápanum og dettur í ein tjørn og næstan druknar. Hvat ger Agnes so? Hon lærir seg at maska sokkar, tí tað fær hon gjørt við hús og so sigur hon: så er der ikke flere børn, der drukner. Hon lærir av einum ræðuligum skelki, at hon er tann sum skal bera byrðarnar. Hon er prototypan uppá eitt konufólk sum veit, at hon hevur fyrst og fremst seg sjálva at dúva uppá. Hon verður ikki offur – hon akslar skinn og herjar á og hon ger tað fyrst og fremst fyri at hon og dreingirnir skulu hava eitt, eftir hennara tykki, gott lív, tað má maðurin so smyrja seg við, og tað smakkar ikki altíð væl. Agnes grenjar ikki, hon sannar bara, at tað er hennara ábyrgd at syrgja fyri at børnini ikki drukna.

Vit kunnu velja, ja - men er tað altíð eitt val?

Á tí privata økinum, hava vit hampuliga gott ræði, men tá tað kemur til alt hitt, eru aðrir máttir sum ráða, og har liggur nógv á láni.

Skulu vit broyta hugburðin um, at tað er tað privata og ósjálvsókna sum er okkara aðalmerki ella skulu vit ikki tað? Tað er eisini eitt val, men tað er eitt val sum hevur avleiðingar fyri okkum allar. Eg haldi at okkara aðalmerki skal vera, at vit altíð, hvar vit so eru, vísa á okkara med systrar og teirra avrik. Tað veri seg privat ella alment, at vit ikki stremba eftir at enda í hinum plássinum í helviti, tit vita og tað gera vit bara við at standa saman. Vit hava allar brúk fyri viðurkenning og vit skulu hava hana á jøvnum føti við menninar.

Eg skal enda við einari syrgiligari søgu, sum eg haldi at vit skulu gera okkum ómak við at fáa vent.

Vit eru ikki í landsstýrinum og bara tríggjar okkara sita í tinginum. Vit eru ikki á ovastu rók, har raðfestingin fer fram, tí politikkur er í seinasta enda bara raðfesting. Men í nógvum nevndum og ráðum, har eisini verður raðfest sita nakrar okkara. Sjálv siti eg í einari nevnd, har mentanarpengar verða lutaðir út eftir umsókn. Harumframt keypir grunnurin myndlist fyri 20.000 krónur um árið. Ikki nógvir pengar, gamaní. Men gita hvar teir fara? Gjørdi hagtøl og tey vóru ljót. Mátti stríðast fyri, at teir vóru býttir meira javnt, og tað er ikki bara sum at siga tað. Listaligt virði, varð sagt. Hvør ger tað av? Gera kvinnur onki, sum hevur listaligt virði? Og hví skulu vit forrestin ikki krevja, at pengarnir verða býttir javnt??

Á fíggjarlógini er ein konta, sum eitur løn til listafólk. Tað er ein gomul konta, sum varð gjørd til tess at stuðla listafólkum og eisini fyri at heiðra tey fyri teirra avrik. Londini vit altíð samanbera okkum við hava eisini slíka játtan. Hetta er ein heiður og ein viðurkenning av listafólkunum, eitt blástempul kunnu vit siga. Listafólkini á okkara kontu eru nevnd við navni og hvussu nógvar kvinnur fáa henda heiður og íkast? Ongar. Men umleið 10 menn, minnist meg rætt.

Á listasavninum er í løtuni ein fantastisk framsýning við verkum eftir Ruth Smith, hon fekk sær útbúgving í myndlist á kunstakademinum í Keypmannahavn og kom heim at virka eftir kríggið. Hon búði í Vági og málaði og teknaði á sama hátt sum hennara starvsfelagar. Teir komu á fíggjarlógina, men ikki Ruth Smith. Hví? Hví talaði ongin at? Ruth Smith fór alt ov tíðliga í sína grøv, kundi hent at henda viðurkenning hevði gjørt allan munin. Og framvegis er ongin kvinna, sum er vegin og funnin nóg tung til henda heiður, hví?

Nytta tær onki? Eru tær ikki góð listafólk? Ella halda vit, at tær heldur skulu gera sjálvboðið arbeiði og onki fáa afturfyri?

Bankabókin aftur

Vit eru ikki til sambært bankabókina. Vit eiga eisini bankan, hann er enn felags ogn, hava tit gloymt tað? Bara ein kvinna hevur nakrantíð sitið í nevndini øll hesi 100 árini. Er javnstøðulógin ikki galdandi fyri ein almennan banka? Hann skal einskiljast um skamma stund, so hetta er í síðsta skervi. Skulu vit vísa, at vit eru til, so eiga vit allar sum ein, at taka okkara pengar úr bankanum, til bankin skrivar eina bók, har vit eisini eru við. Taka vit, kæru medsystrar, pengarnar úr bankanum, so vísa vit, at vit hava makt.

Herrópið má vera: Kvinnurnar inn ella pengarnar út!!