BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


9. b í Vestmanna skúla vann várkappingina í kondisúkkling

15.04.2010

Á hvørjum ári bjóðar SEV 9. flokkunum at koma á vitjan hjá SEV. Har fáa tey frálæru um orkunýtslu, og í tí sambandi fáa tey m.a. høvi til at luttaka í eini kapping í kondisúkkling.

Á heimasíðuni hjá SEV stendur hetta at lesa:

So er vinnarin av várkappingini í kondisúkkling millum allar 9. flokkarnar í landinum kosin:

Og vinnari gjørdist 9. b í Vestmanna skúla!

Úrslitið varð kunngjørt fyri ovfarna flokkinum um 9-tíðina í morgun undir hjáveru av skúlaleiðslu, lærara og umboðum fyri SEV.

Tikin á bóli
Skúlastjórin, varaskúlastjórin, SEV-stjórin og orkuráðgevin hjá SEV møttu ófráboðaðir upp mitt undir undirvísingini í alisfrøði í fyrsta tímanum hjá flokkinum í morgun. Sjálvt ikki lærarin, Eli Müller, visti av nøkrum.

Kristiana Rein, orkuráðgevi, kunngjørdi síðani fyri teimum 13 næmingunum í flokkinum, at tey við ídni og treysti høvdu vunnið kappingina í harðari kapping við hinar luttakandi flokkarnar.

Liður í elevnisdegi
Kappingin er liður í elevnisdegi, sum 9. flokkarnir hava á SEV undir leiðslu av orkuráðgevanum.

Allir næmingarnir fáa í hesum sambandi høvi at royna seg á kondisúkkluni. Har verður so kappast um, hvør flokkur kann súkkla mest kWh inn á súkklubarometrið.

9. b í Vestmanna skúla vitjaði á SEV 12. januar og súkklaði tilsamans 0,231 kWh. Hetta gevur 0.0178 kW fyri hvønn næming.

Orkan svarar til 34 oyru
Um sami prísur skuldi verið latin fyri hesar kWh, sum brúkarin letur fyri elorkuna frá SEV (1,21 kr. kWh), so hevði 9. b í Vestmanna fingið 0,34 kr. fyri alla ta orkuna, sum flokkurin legði í súkklingina!

Vinningurin í hesi kappingini er ein túrur á HVONN í Havn at eta pizza og sodavatn við ísi omaná. Vinnarin av heystkappingini var ein flokkur í Eysturskúlanum í Havn.

Takkaðu fyri avrikið
Í sambandi við handanina av vinnaraskjalinum í flokshølunum hjá 9. b á 2. hædd í Vestmanna skúla í morgun hildu Hákun Djurhuus, SEV-stjóri, og Ólavur Winther, skúlastjóri, stuttar røður, har teir takkaðu flokkinum fyri avrikið og ynsktu teimum tillukku og góða eydnu í framtíðini.

Næmingarnir í flokkinum eru helvt um helvt vestmenningar og kvívíkingar.

194 næmingar ganga í løtuni í Vestmanna skúla, úr 1. til og við 10. flokk. 25 lærarar í 19 ársverkum starvast á skúlanum.