BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Jólasølan í handlinum hjá Niels hjá John

Aftur í ár er áhugin fyri jólasøluni í Johnsa handli er stórur.

Nógv sera spennandi vøra er í handlinum s.s. bundnar troyggjur, hosur, húgvur, skóleistar, jóladekoratiónir, jólanissur og annað jólapríði, góðgæti, smákakur og breyð.

Fyrireikararnir gleða seg til í morgin, fríggjadagin kl. 18, tá ið jólasølan letur upp.
Í ár verður jólasølan eisini opin sunnudagin 6. desember kl. 16-18.

Hesar eru nakrar av heimavirkaðu vørunum, ið er til sølu.