BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Hans Andrias Djurhuus kvøldseta

Várlig Hans A. Djurhuus kvøldseta í Vestmanna

Leygarkvøldið 26. apríl kl. 19.30 skipar Vestmanna Sangkór fyri hugvekjandi kvøldsetu í auluni í Vestmanna Skúla. Kvøldsetan ber heitið eftir einum av okkara kendastu yrkjarum, kanska tí mest fólkakæra av teimum øllum, nevnliga Hans Andrias Djurhuus.

Tað verða vár- og summarsangir, fosturlandssangir og sjómanssangir, sum Vestmanna Sangkór fer at bera fram.

Rithøvundurin Hanus Kamban fer at fortelja um Hans Andrias, um yrkjaran og um sangirnar.

Eisini fara Vestmannabørn at syngja nakrar sangir hjá Hans Andriasi.

Kórleiðari verður Kári Bæk. Tað hevur hann eisini verið í nógv ár, men hetta kvøldið verður nakað serligt, tí nú fara Kári og Marjun til Gøteborg í Svøríki at búgva og virka, so verður tað seinastu ferð á hesum sinni, at Kári Bæk fer at standa fyri kórinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til kvøldsetuna