Almennur fyrilestur um tosk

Mánakvøldið 23. november kl. 19.00 fer Petur Steingrund, fiskifrøðingur, at halda almennan fyrilestur um tosk á Fiskivinnuskúlanum.

Petur vardi fyri stuttum doktararitgerð sína um sama evni, og fyrilesturin er liður í eini røð av fyrilestrum kring landið, sum Magn og Havstovan skipa fyri.