BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Grønt hugnakvøld í Vestmanna

17.10.2011

Leygarkvøldið 22. oktober 2011 kl. 19.30
verður Grønt hugnakvøld í Auluni í Vestmanna Skúla.

Á skránni verður:

  • kunning um umhvørvisarbeiðið í Vestmanna Skúla,
    ið gjørdist Ársins grøni stovnur 2010.
  • kunning frá Lokala Agendafelagnum um m.a. vatnturbinuverkætlanina
  • felagssangur
  • drekkamunnur og prát

Umframt at kunna íbúgvararnar í Vestmanna um umhvørvisarbeiðið, sum verður gjørt í Vestmanna Skúla og í bygdini sum heild, er endamálið eisini at vísa hvørjum einstakum, at tað í húsarhaldinum eisini ber væl til at arbeiða fyri umhvørvinum.

Lokala Agendafelagið í Vestmanna virkar fyri einum betri umhvørvi eftir Agenda 21.
Mottoið er: hugsa globalt og virka lokalt. Seinasta árið hevur felagið serliga arbeitt við eini verkætlan at fáa orku burturúr drekkivatni.

Stigtakarar til hugnakvøldið eru Grøni bólkur hjá Vestmanna Kommunu og Lokala Agendafelagið.

Tað er Føroya Prent, sum hevur stuðlað við layout og prenting av innbjóðingini, sum varð borðin í hvørt hús í Vestmanna og á Válinum í síðstu viku.