BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Røða og myndir frá jólatræshaldinum 2008

Góðu børn, góðu foreldur, góðu ommur og abbar og aðrir vestmenningar.

Nú er jólatræið enn einaferð tendrað. Hetta er eitt afturvendandi tekin um, at jólini aftur nærkast. Jólini eru størsta kristna hátíðin og eisini hátíðin, har familjan og hugnin verða sett í hásætið. Jólini eiga at verða merkt av hesum báðum, vit mugu hvørki gloyma gleðiboðskapin ella at gleða og gleðast saman við okkara næstu.

Jólini eiga at vera merkt av gleði, hugna, samanhaldi og samveru; men kortini eru tey hjá mongum vorðin ein tíð, har jólastákan og jólahugni eru vorðin jólaskundur og jólastrongd. Hetta er ein skeiv gongd, tí jólini skulu vera ljósið hesa myrku árstíð. Hesin boðskapur sæst í jólasálminum “Jólaklokkan aftur ringir”:

Gongur tú á trongum vegi,
bangnir tankar treingja inn,
einki kann sum jólagleði
lýsa upp títt myrka sinn.

Hoyr hin væna einglasongin
ljóða við hvørt klokkuslag,
tá skal vónin lætta veingin
rætt sum fyrsta jóladag.

Jólini eru nógv merkt av gávum. Hóast gávurnar alsamt eru vorðnar fleiri og størri, so tykist gleðin at geva og fáa ikki at vaksa eins nógv. Kanska enntá øvugt, vit eru alt ov sjáldan nøgd við gávurnar.

Eg haldi, at vit eiga at steðga á og hugsa um hesa støðuna. Høvdu enn størri og enn dýrari gávur gjørt okkum lukkuligari? Ella kann trupulleikin vera, at gávurnar ikki eru tær røttu og heldur ikki givnar í røttum anda?

Vit geva óivað gávur, sum móttakarin vil hava, men ikki hevur brúk fyri. Í mongum føri er gávan eins virðismikil, sum t.d. skúlagongd í 1 ár hjá foreldraleysum barni í 3. heiminum, kortini kenna vit ikki stórt takksemi ella stórvegis nøgdsemi.

Kanska skuldu vit givið aðrar gávur, enn vit plaga. Vit kundu givið hvørjum øðrum færri og smærri gávur og eisini givið gávur, sum eru ókeypis. Ein tílík gáva kundi verið at givið familjuni, børnunum, vinunum og kenningunum størri part av okkara tíð. Onkur heldur kanska, at henda gáva er lítilsverd og ov bílig - harafturat er hon torfør at pakka inn. Men eg vænti tó, at hon kann gerast tann dýrabærasta gávan av øllum í ár.  Tí løturnar saman við øðrum kunnu ikki keypast aftur. Tit fara eisini at leggja merki til, at henda gáva ikki einans er til hini, men hon er samstundis ein gáva, sum tit geva tykkum sjálvum - hon gevur jólagleði og tekur jólastrongd. Og um tit halda tykkum geva ov lítið, so eru nógvir blóðfátækir “næstar” úti í heimi, sum eru takksamir fyri allar gávur.

Allarstørsta gávan er tó ikki ein, sum vit geva hvørjum øðrum, men hon er kortini givin okkum - henda gáva er orsøkin til jólini. Fyrstu jólanátt boðaði eingilin okkum: “Óttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið./ Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, ...”, eingilin endar sín boðskap við hesum orðum: “... friður á jørð og í menniskjum góður tokki!”

Eg vóni, at vit lata hjørtu okkara upp og geva jólafriðinum, jólagleðini og jólahugnanum innivist.

At enda fari eg at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Karl A. Olsen