BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Adventshugni í Vestmanna Kirkju.

22.11.2016

Adventshugni í Vestmanna Kirkju.

Eins og undanfarin ár verður adventshugni  í Vestmanna Kirkju 1. sunnudagin í advent, sum er tann 27. november. Byrjað verður kl 19.00.

Á skránni eru jólasangir og nakrir lættari kendir so sum You Rise Me Up og  What a Wonderful World, har vestmenningarnir John Jacobsen og Birita Poulsen fara  at syngja saman.

Lea Kampmann kemur at frammføra nakrar sangir solo og onkran saman við Kirkjukórinum. Vit eru sera spent at hoyra tey. Hetta eru evnarík ungfólk úr Vestmanna, sum vit óivað koma at hoyra meira til í frammtíðini - spennandi verður.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vestmanna Kirkjukór.