BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Aftur neyðugt við klorreinsing!

30.10.2006

Vatnroyndin, sum tikin varð 17. oktober (úrslitið sæst aðra staðni á síðuni), vísti tíverri, at tað framvegis eru bakteriur í vatninum, men í mun til vatnroyndina seinast, tá vit fingu hetta at vita tveir dagar eftir tøkuna, so fingu vit hesa ferð ikki boð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyrr enn 26. oktober!

Fyrireikingar vóru beinanvegin gjørdar til tess at reinsa skipanina, og kl. 18.00 sama kvøld varð lýst í útvarpinum. Sama kvøld og morgunin eftir varð vatnveitingarskipanin reinsað við klori – hesa ferð við størri klornøgd enn seinast.

Arbeitt verður eisini við í nærmastu framtíð at útskifta sandin í filtrunum og UV-rørini í stráliskipanini.

 

Nýggj vatnroynd verður tikin týsdgin 31. oktober.

 

Viðmerkingar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til vatnroyndina 17. oktober síggjast til høgru her!