BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
KORT
VEÐRIÐ
Almennur fyrilestur: Psykosa – hvat er tað og hvat merkir tað at vera psykotiskur?
04.04.2016
Psykosa – hvat er tað og hvat merkir tað at vera psykotiskur?
Hvat er skizofreni? Orðið skizofreni kemur úr griskum, ið merkir “splittet sind”, sum vísir til tær sinnisligu broytingarnar í tanka og sansa upplivingunum persónurin hevur.
Kundi tú hugsa tær at vita meira um hetta, ja so er ráð fyri tí. Á fimta og seinast fyrilestrinum í hesum almenna kunningar átakinum hjá Økispsykiatriini í Norðstreymi/Eysturoy, verður høvi til tað.
Týskvøldið 5. apríl kl. 19 verður hetta evnið umrøtt á almennum fyrilestri á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum hevur fyrilestur um evnið: Psykosa – Skizofreni.
Høvið verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Psykiatriski depilin/Økispsykiatriin
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)