BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Almennur fyrilestur um bakteriur í fiski

30.11.2011


Fyrilesturin, sum verður umrøddur niðanfyri, er fluttur til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Falkavegur 6, í Tórshavn.

Almennur fyrilestur um bakteriur í fiski verður á Fiskivinnuskúlanum hóskvøldið 1. desember '11 kl. 19.30.

Paw Dalgaard, sum er senior granskari frá deildini fyri "Fødevareindustriel Forskning, FF", á Danmarks Tekniska Universiteti, heldur fyrilesturin.

Fyrilesturin inniheldur evnini:
- mikrobiell flora og mikrobiell spilla av fiski
- Listeria monocytogenes: Stýring og fyribyrging av vøkstri í fiskavørum

Fyrilesturin er ætlaður góðskuleiðarum á fiskavirkjum og øðrum fakliga áhugaðum. Tað er Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum skipar fyri fyrilestrinum.