BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Almennur fyrilestur um seinárin av kynsligum ágangi

Mikukvøldið 28.10, kl 19.00 verður almennur foreldrafundur í auluni í Vestmanna Skúla, har ársfrágreiðingin frá skúlastýrisarbeiðinum verður løgd fram. Á hesum fundi verður fyrilestur um seinárin av kynsligum ágangi. Guðbjørg West frá KRIS og eitt offur fyri kynsligum ágangi greiða frá.

Fundurin er almennur, og eru øll vælkomin.

Evnið á fundinum er endin av átaki, sum Vestmanna Skúli skipar fyri saman við Skúlastýrinum fyri at kunna næmingar, lærarar og foreldur um seinárin av kynsligum ágangi.

Mánadagin og týsdagin í komandi viku fer KRIS at kunna næmingarnar um at kenna mørk og seta mørk. Gvøðbjørg West frá KRIS saman við sjúkrarøktarfrøðingi standa fyri kunningini. Heilsusystirin Hervør Jacobsen, saman við umboði fyri Barnaverndartænastuna, verða eisini við.
Í smærru flokkunum, 1. – 4. fl. verða myndir vístar á glæru og tosa verður um sømiligan og ósømiligan atburð. Tosað verður um tað at kenna mørk, um at duga at siga frá.
Eldru næmingarnir verða eisini kunnaðir, við at offur fyri kynsligum ágangi greiðir frá sínari støðu og sínum líðingum.

  Vegna Vestmanna Skúla                  Vegna Vestmanna Skúlastýri

Ólavur Winther, skúlaleiðari                   Sóllind á Sondum Olsen