BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Alment harukvøld í Vestmanna

06.03.2015

Mikukvøldið 11. mars kl. 20:00
Verður alment harukvøldi í Fiskivinnuskúlanum

 Skrá:

·      Eyðfinn Magnussen: Úrslit frá haruskjótingini í Føroyum 2014.

Lítil steðgur

·      Eyðfinn Magnussen: Haruskjóting í Vestmanna – Úrslit og prísir á haruhøgunum.

·      Jógvan Durhuus og Petur Højgaard: Greiða frá haruskjóting á Dølum.

 ------------------------------------------------------------

Alment Í samband við, at frágreiðingin ‘Haruveiðan í Føroyum 2014  og annað tilfar um føroysku haruna” nú er komin út, verður skipað fyri einum harukvøldi á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna . Tiltakið  verður 11. mars kl. 20:00. Har fer Eyðfinn Magnussen á leggja úrslitini fram frá kanningini. Eyðfinn fer eisini at vísa nøkur úrslit um haruskjóting í Vestmanna og hvussu veiðan hevur hilnast í teimum ymisku hagunum tey seinru árini. Eisini ferð hann at vísa, hvat haruhagarnir í Vestmanna eru seldir fyri á uppboðssølu, líka frá 1966 til nú.  Aftaná fara teir báðir Vestmeningarnir Jógvan Durhuus og Petur Højgaard, sum báðir nú eru búsitandi í Havn, at greiða frá haruskjóting í Vestmanna. Teir báðir hava í nógv ár skotið harur í Dølum. Í 2013 hevði Jógvan “gullbrúdleyp” sum harumaður. Hetta var hansara hálvtrýssinstjúgunda ár, har hann skeyt harur á Dølum, og hetta varð hátíðarhildin um kvøldið í húsinum, sum teir hava bygt í haganum.