BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Alment

Alment um bygging

Henda síða er ætlað teimum, sum umhugsa at fara undir bygging av einhvørjum slag.

Síðan skal veita vegleiðing til at finna fram til tær mannagongdir, sum eru galdandi í samband við bygging í Vestmanna Kommunu, og annars er tekniska deild hjá kommununi altíð til reiðar at vegleiða, um ivamál eru.

Aðrastaðni á síðuni síggjast m.a. byggisamtyktin fyri Vestmanna Kommunu og fráboðan um, hvat skal latast inn saman við umsókn um byggiloyvi.

Niðanfyri er útskrift um byggiumsókn úr byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu

Byggiumsókn.

1. Bygging, sum er umfatað av ásetingunum í byggisamtyktini, skal ikki fara fram uttan skrivligt loyvi frá bygdarráðnum ella tí, sum ráðið hevur givið heimild.

2. Allar umsóknir, her undir eisini umsóknir um graviloyvi, spreinging, broytingar, at taka niður ella flyta hús, og um vega-, kloakk- og frárenningararbeiði, skulu sendast til bygdarráðið.

3. Tekningar og útrokningar skulu verða gjørdar av fólki, ið fakliga eru før fyri hesum, og sum byggivaldið heldur hava nóg góðan kunnleika.

Sum fylgiskjøl við byggiumsókn skulu verða hjáløgd:

 

a. Støðuplanur, ikki minni enn 1:500, sum vísir stødd og skap á grundøkinum, hvussu hetta vendir ímóti vegi ella gøtu, hvar og hvussu ætlað sethús skulu standa.

 

b. Flatmyndir, í lutfalli í minsta lagi 1:100, við áskrivaðum mátum – bæði høvuðsmátum og gjøgnumgangandi stakmátum. Á flatmyndunum skal tilskilast, hvat rúmini eru ætlað til.

c. Síðumyndir, í lutfalli í minsta lagi 1:100, av øllum útsíðum.

d. Tvørskurðir, í lutfalli í minsta lagi 1:50, sum eru neyðugir fyri at fáa eina fatan av húsunum.

e. Kloakk- og frárenningarætlan, í lutfalli í minsta lagi 1:100, sum greitt vísir leiðingar í bygningi og á grundøki.

f. Frágreiðingar, sum saman við tekningunum geva eina fullfíggjaða og greiða lýsing av ætlaðu byggingini.


    4. Tá søkt verður um byggiloyvi, skulu neyðugar tekningar, frágreiðingar og útrokningar – her undir eisini útrokning av nettonýtslustigum – verða innsendar saman við upplýsingum, sum eru neyðugar fyri greitt at skilja málið.

    5. Frávik frá lógum, samtyktum, servituttum og øðrum fortreytum – her undir eisini møguligar byggisamtyktir – skulu greiniliga verða tilskilaðar, og samstundis skal vera upplýst, um undantaksloyvi er fingið. Undantaksloyvi verður bert roknað fyri játtað, tá tey eru nevnd í umsóknini og tilskilað í byggiloyvinum.