Altjóða kvinnubønardagurin 7. mars

05.03.2014

 Tíðindaskriv:

Altjóða kvinnubønardagurin, 7. mars 2014, verður hildin í Saron í Vestmanna kl 19.30. 

Hetta er eitt altjóða felags kristiligt tiltak, sum kvinnur úr fleiri ymiskum samkomum um allan heim, eisini í Føroyum, eru saman um. Kvinnubønardagurin verður hildin fyrsta fríggjadag í mars á hvørjum ári. Endamálið er at fáa allar kristnar kvinnur at sameinast í bøn, uttan mun til, hvørja samkomu vit hoyra til.

Í er ár tað Egyptaland, sum hevur staðið fyri skránni. Heiti í ár er: “Áarstreymar í oyðimørkini”. 

Kirkjan í Egyptalandi, er ein sera gomul kristin kirkja, sum enn er virkin og sterk. Har byrjaði eisini fyrsti guðfrøðisskúlin, sum hevur fostrað mangan kristnan heimspeking, eitt nú Origenes, Athanasius og Klæmint úr Alexandriu. 

Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar til altjóða kvinnubønardagin í Saron í Vestmanna fríggjakvøldið 7. mars kl 19.30, til eitt kvøld við bøn, felgassangi, myndum, upplestri og prædiku. Aftaná fara vit at eta saman, maturin er allur gjørdur eftir egyptiskum uppskriftum.

Vegna fyrireikararnar:

Marita, Anette og Marjun.