Anne Dorte Michelsen til Vestmanna

13.02.2015

Kenda danska songkvinnan skal vera við á tiltakinum 4 Stjørnur í høllini í Vestmanna flaggdagin. Eisini fara Lena Andersen, Greta Svabo Bech og Ester Kristiansen at luttaka. 

Lena Andersen hevur seinastu mongu árini ríkað føroyska tónleikalívið við góðum, væl framleiddum og oyrafangandi popp-rokki.

22 ára gamla Esther er rímiliga nýggj á føroyska tónleikapallinum; hon syngur m.a. vældámda sangin “Elska teg”, ið eisini er tøkur sum sjónbandalag.

Og Greta Svabo Bech er ikki minni kend við sínum tónleiki. Hon er millum annað fyrsti føroyingur sum hevur nátt heiðrinum at fáa eina Grammy tilnevning. Tað var í 2012 tá hon sang Raise Your Weapon.

Anne Dorte Michelsen er millum annað kend frá bólkinum Tøsedrengene, og løgini sum hon og teir eru kend fyri eru mong í tali. Nevnast kunnu eitt nú ‘Elsk mig i natt’ og ‘Indianer’.

 Tiltakið 4 Stjørnur var fyrstu ferð hildið í 2012, tá vóru eisini fýra kvinnur á palli, og tær sungu fyri fullum húsi.

Tiltakið er flaggdagin, 25. apríl.