BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Arbeiði á Niðara Vegi – niðurtøka av sethúsum

09.04.2015

Fríggjadagin 10. og leygardagin 11. apríl verða sethúsini á Niðara Vegi 53 tikin niður.

Í samband við niðurtøkuna verður Niðari Vegur stongdur fyri allari ígjøgnumkoyrandi ferðslu.

Arbeiðsøkið strekkir seg frá Niðara Vegi 51 og inn um Niðara Veg 53.

Økið verður uppmerkt, og óviðkomandi skulu ikki fara inn á uppmerkta økið.

Niðurtøkan verður framd við eini stórari gravimaskinu, sum kemur at standa á sjálvum vegnum. Umframt gravimaskinuna koma eisini lastbilar at koyra til og frá økinum við ruskbingjum.

Tá tað omanfyri stendur, at Niðari Vegur er stongdur fyri ígjøgnumkoyrandi ferðslu, skal hetta skiljast soleiðis, at tað umfatar alla ferðslu, tvs. akfør, súkklur og fólk til gongu.

Av tí, at arbeitt verður við stórum amboðum, skal grannalagið rokna við, at tað kemur at vera nógvur larmur, ímeðan arbeitt verður.

Fríggjadagin verður arbeitt leingi! Byrjað verður kl. 800á morgni, og arbeitt verður til kl. 2100.

Leygardagin verður byrjað umleið kl 900, og arbeitt verður til kl 1200, um alt gongur sum ætlað.

Leygardagin kl 1400 verður Niðari Vegur opin aftur fyri ígjøgnumkoyrandi ferðslu.