BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Arbeiðið í sambandi við Læknamiðstøðin er komið væl ávegis

20.04.2015

Arbeiðið í sambandi við Læknamiðstøðin væl ávegis

Arbeiðið í sambandi við Læknamiðstøðina er nú komið so mikið væl ávegis, at eitt av teimum seinastu innaduraarbeiðunum, gólváleggingararbeiðið, byrjar fyrst í mai.

Vestmanna Kommuna gjørdi í farnu viku sáttmála við Sp/f Jim S um gólváleggingina í sambandi við nýggju læknamiðstøðina.

Gólváleggingararbeiðið umfatar álegging av linolium og vinyl umframt uppsetan av fótlistum. Gólváleggingararbeiðið fer at taka ein góðan mánað og verður liðugt hálvan juni.

Tá gólváleggingararbeiðið er liðugt, verður allur fastur útbúnaður uppsettur. Fastur útbúnaður umfatar m.a. útgerð til tannlækna- og læknahølir, køkar til starvsfólk, WC-møblar, ljós og lampur.

Nýggja læknamiðstøðin verður sum ætlað tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina.