BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
-
KORT
VEÐRIÐ
Arbeiðir hjá Vestmanna Kommunu
26.09.2013
Her niðanfyri síggjast nakrar myndir av arbeiðum, sum kommunan hevur gjørt seinastu tíðina – antin við egnari arbeiðsmegi ella eftir avtalu við arbeiðstakara.
SpæliplássSíðan nakað áðrenn summarfrítíðina hava arbeiðsmenn hjá kommununi arbeitt við at gera spæliplássið við dagstovnin Látipípuna í stand. Økið er ruddað, drenað og slættað. Síðani er sparkivøllurin gjørdur av nýggjum, hegnað og hampað er framvið øllum økinum, og reiggjur eru uppsettar.
Enn manglar tó nakað; ætlanin er at seta borð upp, at gera spæliborg og at gera ein hugnakrók, har foreldur og børn kunnu grilla. Hetta er ætlanin at gera ímóti sumri komandi ár í samstarvi við familjurnar har um leiðir.
Parkeringspláss við ByrgisvegHetta arbeiði hevur arbeiðstakari gjørt fyri kommununa, og ikki kann sigast annað enn, at arbeiði er væl úr hondum greitt. Hetta parkeringspláss var harðliga tiltrongt, tí trongligt var, og ringt var hjá bæði íbúgvum og vitjandi at fáa parkerað bilar sínar har á leiðini.
Tað manglar at asfaltera parkeringsplássið – hetta verður gjørt komandi ár.
Parkeringspláss á Mørkini
Hetta var einsini harðliga tiltrongt, ikki minst nú roknast má við, at øktur aktivitetur verður í kappróðrarneystini. Eisini hetta arbeiði hevur arbeiðstakari gjørt fyri kommununa, og hetta er eisini eitt væl úr hondum greitt arbeiði.
Skrái við Niðara Veg nakað uttanfyri FossáHetta er eitt øki, sum í nógv ár ligið órøkið. Laðað og gróðursett hevur verið út ímóti hesum øki, og laðaður garður við stórum, vøkrum trøum er uttanfyri, men sjálvt økið út ímóti garðinum hevur lgið orøkið.
Men nú er økið hampað soleiðis, at áin er løgd í rør, og mold koyrd omanyvir og slættað. Tá økið grønkar komandi vár, skuldi alt økið frá Fossá og har út til sæð meira liðugt út.
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)