BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Arne Würgler í Vektarbúðini 3. apríl

26.03.2014

Hóskvøldið 3. apríl 2014 kl. 20.00 hevur kendi danski sanskrivarin og tónleikarin Arne Wurgler konsert í Vektarbúðini.

Arne Würgler, sum er føddur í Keypmannahavn í 1943, er kendur frá nógvum tónleikaútgávum, eitt nú Frispark sum kom í 1974, Amerikasange frá 1995 og Holst og Würgler, sum kom í 1999.

Konan hjá Arne, Ása, er úr Vestmanna. Tey hittust, tá Arne var her saman við Benny Holst í 70'unum.

Arne Würgler hevur ongantíð lagt í at krógva, at hann hoyrir heima á politiska vinstravonginum, og tað hoyrist eisini í hansara tónleiki og tekstum. Hann er eisini politiskt virkin innan fólkatingsgátt, har hann hevur latið seg stilla upp fyri Eindarlistan. Harumframt hevur hann eisini verið virkin í donsku Fólkarørsluni móti ES.

Atgongumerki á 100 kr. verða seld í forsølu á Kommunuskrivstouni, tlf. 770 100.
Einans 55 atgongumerki verða seld.