Ársfrágreiðing 2009

09.02.2010

Frágreiðing frá virkseminum á Agenda 21 stovuni í 2009 er nú til taks á heimasíðuni http://www.fkf.fo/Kunning/AF_09.pdf

Agenda 21 stovan er sett á stovn í 2004 og er virksemið á stovuni fíggjað av Innlendismálaráðnum, Føroya Kommunufelag og kommununum í felag. Stovan heldur til í hølunum hjá Føroya Kommunufelag í Kvívík.

Virksemið er ráðgeving og stuðul til Agenda 21 verkætlanir og tiltøk í kommununum. Harumframt verður skipað fyri kunning um burðardygga menning kring landið.

Stovan luttekur eisini, í samstarv við kommunur og onnur, í føroyskum- og í fleirtjóðaverkætlanum.