At seta í verk í 2017

02.12.2016

Fíggjarætlanin fyri Vestmanna Kommunu 2017

Vestmanna Bygdarráð samtykti einmælt fíggjarætlanina fyri 2017 á bygdarráðsfundi tann 24. november  2016.
Niðanfyri verður víst á nakað av tí,  Vestmanna Kommuna hevur sett sær fyri í  2017:

Barnafamiljur
Vestmanna Kommuna heldur tað verða alneyðugt at fáa okkara ungu familjur at støðast, eisini fíggjarliga. Tískil fer Vestmanna Kommuna frá 1. januar 2017 at lætta um hjá teimum, sum hava fleiri børn á ansingarstovni í Vestmanna. Í dag er ein familja noydd at gjalda fult gjald fyri øll síni børn, men frá 1. januar 2017 skulu hesar familjur einans gjalda fyri eitt barn. Hetta fevnir um vøggustovu, barnagarð, útibarnagarð og frítíðarstovu.

Útstykking á Grótbrúgv
Projekteringin av útstykkingini á Grótbrúgv verður liðug fyrst í 2017, og arbeiðið byrjar væntandi í apríl 2017.

Gjógvaráætlanin
Arbeiðið við Gjógvaráætlanini heldur fram. Laðingin fram við bátahylinum, sum hevur verið ígongd nú í tvey ár, fer at halda áfram saman við restini av Gjógvaráætlanin.

Spælipláss
Soleiðis sum tíðirnar eru, er sera umráðandi við rørslu. Tað hevur alstóran týdning at hava góð spæliøki í bygdini til ymsu aldursbólkarnar.
Vestmanna Kommuna er enn ikki komin á mál við spæliplássum, men kommunan fer í 2017 at halda áfram við at fáa betri spælipláss til okkara børn.

Kantina
Kjallarin undir Heilsumiðstøðini verður innrættaður við køki til tess, at hølið kann nýtast sum kantina hjá skúlanæmingunum. Tað er ikki nøktandi, at næmingar sita inni í flokshølunum og eta. Tað hevði verið meir tíðarhóskandi at fingið eina kantinu, har næmingarnir kunnu sita og eta.
Hølini kunnu eisini verða tøk til onnur endamál.

Skapandi verkstaður
Vestmanna Kommuna hevur alskyns tilboð til fólk í øllum aldri, men vit eru ikki komin á mál enn. Vestmanna Kommuna hevur funnið hølir til  skapandi verkstaðir so sum málninga- og teknilist, seyming, lutir úr hornum, filmslist, glaslist, prent og mangt annað. Vestmanna Kommuna ætlar at seta hesa verkætlan í gongd á sumri 2017.

Ørðvísi bústaðarmøguleikar
Ein ætlan fyri, hvussu Vestmanna skal fara undir íbúðarbygging, verður skotin í gongd í 2017. Vestmanna kommuna hevur økir til hetta, eitt nú økið, har turkihúsið hjá D.P. Olsen stendur. Kommunan kemur at bjóða út økir, har veitarar kunnu koma við uppskotum um íbúðarætlanir.
Skal kommunan vaksa, er alneyðugt, at íbúðarbygging kemur í lag so skjótt sum tilber.

Gøtur, fríðkan og laðing
Nú vetrarfriðingin er sett í verk, er ein avbjóðing hjá kommununi at fáa skipað fríðkanina av bygdini.
Ymsastaðni í bygdini eru ávís øki, har laðað hevur verið. Hendan háttin skulu við halda fast við; ikki bara tí at hetta er vakurt, men hetta er eisini viðlíkahaldsfrítt og tí minni kostnaðarmikið í longdini. Samstundis er umráðandi, at gøtur, nýggjar sum gamlar, verða gjørdar í stand, so at tær eru góðar at ganga á.

Ovara brúgv um Fossá
Vestmanna Kommuna raðfestir endurgerð av Niðara Vegi ovarlaga. Fyri eisini at tryggja tungu ferðsluni eina farleið, áðrenn drúgva vegagerðin byrjar av álvara, verður nýggj brúgv projekterað, har Ovari Vegur fer um Fossá, og arbeiðið byrjar væntandi í 2017. Harafturat verður verandi brúgv, sum nú hevur fingið onkran frammaná, umvæld til bleyta ferðslu.

Liðugtgerð av Toftavegi og Ovara Vegi
Arbeiðið at gera hesar vegateinar av nýggjum frá grundini er byrjað og verður væntandi liðugt í fyrru helvt av 2017.

Bátabrúgvar verða skiftar út
Bátabrúgvarnar verða endurnýggjaðar, og teir fyrstu 60 metrarnir verða skiftir út innan mai mánaða 2017.