BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Ávaring - arbeiðsøki!

21.06.2007

Vegna Vestmanna kommunu gera J&K Petersen Contractors nýggja íbinding ímillum Fjalsveg og Ovara Veg og teir leingja eisini Fjalsveg.

Fjalsvegur og partur av Ovara Vegi eru arbeiðsøki.

Vandi kann vera fyri, at grót dettur av Fjalsvegi oman á Ovara Veg.

Fólk til gongu verða biðin um at ansa væl eftir og helst bert ganga fram við niðara borði á Ovara Vegi.

Bilar mugu ikki setast fram við arbeiðsøkinum.

Fjalsvegur verður ætlandi latin upp fyri ferðslu í summarfrítíðini frá uml. 21. juli til 12. august - nærri verður lýst seinni.

Vestmanna Kommuna                              J&K Petersen Contractors