BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Avtala um friðing av vetrarbiti hjá Fjalshaga

12.12.2013

Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi á fundi 11. desember mál um vetrarfriðing av Fjalshaga.

Umsitingin hjá kommununi hevur í eina tíð havt samráðingar við umboð fyri Fjalshaga um friðing av parti av vetrarbitinum hjá haganum. Úrslitið av samráðingunum varð viðgjørt á bygdarráðsfundinum 11. desember, har Bygdarráðið samtykti uppskotið.

Málið er ikki endaliga samtykt av eigarunum í Fjalshaga. Hagin skal ætlandi viðgera uppskotið á hagafundi ímillum jól og nýggjár.

Fundur hevur eisini verið við Neshaga. Avtalað varð, at kommunan ger fullfíggjað uppskot til hagan at leggja fyri hagastevnu komandi vár. Triðji hagin, sum eisini hevur rætt til vetrarbit, er Heygahagi fremra helvt.

Arbeiðið at hegna seyðin úti verður helst ikki  byrjað, fyrr enn allir tríggir sáttmálar eru undirskrivaðir.

Vestmanna Kommuna vil takka Fjalshaga fyri sera góðar og jaligar samráðingar.

Kortskjal