BankNordik letur aftur

Í morgun frættist, at BankNordik letur fleiri deildir aftur, ein teirra er deildin í Vestmanna. Sambært bankanum fer okkara deild tó at vera opin til einaferð í heyst.

Vestmanna Kommuna er sera ónøgd við hesa avgerð, tí vit eru sannførd um, at tað verður tvørligari hjá vestmenningum og vinnulívinum at gera síni bankaørindi. Í ringasta føri kann afturlatingin vera ein forðing hjá komandi vinnulívi.

Afturlatingin fer vónandi ikki í fyrstu syftu at merkja uppsagnir hjá vestmenningum  og færri skattainntøkur, men vit ivast tó ikki í, at arbeiðsplássini, sum hvørva úr bygdini, fara at hava neiliga ávirkan á bygdarmenningina. Hví skalt tú búsetast í Vestmanna, um tú starvast í Havn? Tað hevur eisini havt stóran týdning, at bankanæmingar úr Vestmanna hava havt møguleika at arbeitt í Vestmanna ein part av lærutíðini.

Vit ivast í, um fortreytirnar fyri afturlatingini eru haldbarar. Okkum kunnungt hevur deildin í Vestmanna verið væl rikin og havt góð viðskiftafólk. Vit vænta avgjørt, at BankNordik fer at missa nógv viðskiftafólk í Vestmanna, tí nógvir vestmenningar fara heldur at nýta EIKbanka, sum tíbetur enn er í bygdini, enn at avgreiða síni bankaviðurskifti í Havn.

Vit halda eisini, at tað er hugstoytt at frætta um afturlatingina, samstundis sum BankNordik liggur framvið at keypa banka uttanlands. Størsti parteigarin í BankNordik er jú landsstýrið allir føroyingar, tí gjørdi tað onki, um okkara banki eisini tók atlit til føroysk samfelagsviðurskifti.

Vestmanna Kommuna heldur eisini, at okkara deild er í eini serstøðu, vit eru longri burtur frá bankadeildini, enn har hinar afturlatingarnar á meginøkinum eru. Tað eru einans 19 km úr Fuglafirði til Runavíkar (og styttri til Klaksvíkar), tað eru einans 23 km úr Kollafirði til Tórshavnar; men tað eru 40 km úr Vestmanna til Havnar, harumframt er talan um eina tvørliga farleið á vetri.

Kanska skuldu vit heitt á smærru sparikassarnar um at lata deild upp í Vestmanna, tí í løtuni eru avgjørt nógv ónøgd bankaviðskiftafólk her.