BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Barna- og familjuguðstænasta Dýra Biðidag

21.04.2016

Barna- og familjuguðstænasta

Í Vestmanna kirkju Dýra Biðidag, 22.04 kl. 11.00.

Felags morgunmatur frá kl. 10.00. 

Felags morgunmatur frá kl. 10.00, vit fáa bollar, te og kaffi, saft og mjólk. Far bara beint úr seingini og í kirkju, einki hóvastákJ

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Minnist til at taka foreldur, ommur og abbar, systkin, gummur og gubbar, mostar, fastrar, mammu- og pápabeiggjar, ommu- og abbabeiggjar, langommur og langabbar, og øll hini við eisini. Hundar og kettur mugu bíða uttanfyri!

Bestu heilsur

Vestmanna kirkja