BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Barnatannrøkt

 

 

Eyðbjørn Joensen hevur kommunalu barna- og ungdómstannrøktina í Vestmanna um hendi.
Hann heldur til í hølum í Garðatúni 12, og hevur tlf. 424 167.

Børn eru til regluligar kanningar frá uml. 2 ½ ára aldri til og við 10. flokki.
Skúlatann­læknaskipanin fevnir um tannrøkt, kunning um tannrøkt og tannheilsu hjá børnum eins og tannlæknaviðgerð. Børnini koma til kanning eina ferð um árið og annars eftir tørvi.

Um barn hevur tørv á tannlæknaviðgerð uttanfyri vanliga arbeiðstíð, eiga foreldur barnsins at ringja til tannlæknan á tlf. 424 167. Í skúlafrítíðum verður verður hugt regluliga eftir nummarvísaranum.