Barnaverndarsamstarv

23.12.2005

Kelda: Portalurin

 

Barnaverndarsamstarvið millum kommunurnar í Vágum, Vestmanna og Kvívík er góðkent av landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum

Leiðari er settur, og nýggja barnaverndarnevndin í økinum hevur havt sín fyrsta fund.
Sørvágs-, Miðvágs-, Sandavágs-, Vestmanna- og Kvívíkar kommunur hava sett Súsonnu Nordendal úr Sørvági í starv sum leiðari av nýggju barnaverndarumsitingini. Umframt leiðaran er normerað eitt hálvdagsstarv, sum ikki er sett enn. Hetta verður tó avgreitt heilt skjótt, sigur nýggi leiðarin, sum sjálv byrjar í starvinum á nýggjárinum.
Súsanna Nordendal er útbúgvin løgfrøðingur og arbeiðir í løtu á Almanna- og Heilsumálaráðnum, har hon umsitir barnaverndarlógina.
Nýggja barnaverndarnevndin hjá teimum fimm kommununum er mannað soleiðis: Jónleyg Poulsen umboðandi Sørvágs Kommunu, Helena Johannesen, umboðandi Miðvágs Kommunu, Annika Gudmundsen, umboðandi Sandavágs Kommunu, Jógvan í Dávastovu, umboðandi Vestmanna Kommunu og Dánjal Petur M_ller, umboðandi Kvívíkar Kommunu.
À fundi á Sandavági mikukvøldið fyri jól skipaði barnaverndarnevndin seg við Anniku Gudmundsen sum formanni og Jógvani í Dávastovu sum næstformanni.