BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Bátahylur

24.01.2006

Vestmanna Kommuna hevur gjørt tað møguligt hjá avbygdabátum at fáa fast bátapláss í bátahylinum, við at áteknað serstakan sáttmála.

 

Við hesari loysn, kunnu avbygdabátaeigarar liggja tryggir í bátahylinum í nógv ár framyvir.

 

Tað eru fyribils 7 bátaeigarar sum hava boða frá, at teir vilja hava slíka avtalu.

 

Í hesum sambandi, er reglugerðin fyri bátahylin broytt soleiðis, at mánaðargjald er ásett fyri leigu av fyribils bátaplássum.

 

Fyri at byrgja uppfyri at pláss ikki verður í bátahylinum, til allar bátaeigarar sum vilja hava pláss, er nýggj 20 m bátabrúgv bíløgd, og verður hendan væntandi klár at tak í nýtslu í mai  í ár.

 

Í sambandi við at broytingar verða gjørdar í bátahylinum, verða nú eisini vatn- og el-trupulleikarnir loystir.

El-skipanin verður kortgjaldsskipan, sum havnarskrivstovan kemur at umsita, og virkar á tann hátt, at goldið verður frammanundan fyri streymnýstluna við at keypa gjaldskort frá Vestmanna Havn. Kundin avgreiðir seg sjálvan eftir at kortið er útvegað.

 

Fyri at betra um trygdina, skulu ljóssteyrar setast á brúgvarnar.

 

Harumframt verður eisini møguligt at fáa vatnveiting beinleiðis frá bátabrúgvunum.

 

El- og vatnveitingin verða væntandi klár at taka í nýstlu um hálvan mars.

 

Sáttmáli kann lesast her