BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Bátastevnan 2006

22.05.2006

Í sera vánaligum líkindum, varð Bátastevnan 2006 hildin í Vestmanna um vikuskifti.

Men hetta forðaði ikki bátaeigarum og øðrum áhugaðum í at luttaka í stevnuni í ár. Hetta eru óivað greið tekin um, at fólk vilja hava tiltakið at verða verandi ár eftir ár. Hetta er jú eitt óført tiltak, sum kanska serliga báteigarar eru glaðir fyri, tí tað eru ikki so nógv tiltøk her á landi, man kann fara til við báti.

 

Fyrireikararnir eru eisini sera fegnir um, at teirra fyrireikingararbeiði, sum var sera væl skipað í ár, ikki varð til fánýtis. Heldur øvugt.

 

Veðrið kann bara verða betur næstu ferð stevnan verður hildin. Tað kemur jú ikki so ofta fyri, at kavi(!) legst hesa tíðina á árinum.