Bátastevnan 2009 nærkast

Komandi vikuskifti verður árliga Bátastevnan í Vestmanna. Í ár verður Bátastevnan leygardagin 16. maj. Hetta er 8. árið á rað, at Bátastevnan verður hildin í Vestmanna. Streymurin verður góður hendan dagin, og vónandi verður eisini veðrið til vildar, og fyrireikararnir síggja fram til, at nógvir bátar fara at leita sær til Vestmannar til hugnaliga samverðu, tónleik og sang. Undanfarin ár hava eisini fólk við kampingvognum, motorsúklum og fólk á hestbaki umframt onnur vitja stevnuna, og eru hesi aftur í ár hjartaliga vælkomin.

Bátastevnan í Vestmann er størsta bátastevnan í Føroyum, og runt um landi frættist, at bátaeigarar og bátafeløg eru farin at rigga seg til, til henda dag. Luttøkan plagar at verða góð. Í fjør var veðrið sera gott og tá vóru yvir 200 bátar úr øllum landinum í Vestmanna.

Allir bátarnir savnast við Fútaklett kl. 14.30. Gamli postbáturin “Ólavur” tekur ímóti og skipar innsiglingina til Vestmanna. Komnir at bryggju verður suppa við meir til luttakandi fólkið. Um kvøldi verður skipa fyri stóra Bátastevnudansinum í Ítróttarhøllini, har teir vælumtóktu lokalu dansibólkarnir, Vestmenn og Thunderbirds, spæla til dansin. Undanfarin ár hava nógv fólk møtt til dansin, og høllin er altíð fullsett.

Fyrireikingarnar til Bátastevnuna er komnar væl áleiðis. Millum annað verður gjørt klárt til at leggja bátabrúgvarnar út aftur, á sama hátt sum undanfarin ár. Hetta verður gjørt fyri at hava so góð atløguviðurskifti, sum gjørligt. Trygdin verður eisini sett í hásæti. Trygdarnet at spenna millum bátarnar verða til sølu, og eisini verða vaktarfólk á bryggjuni alla náttina. El-skáp verða sett upp, soleiðis at bátarnir kunnu fáa el umborð. Eisini verður øki til kampingvognar gjørt klárt við skipasmiðjuna, har hesir kunnu fáa bæði el og vatn.

Ætlanin er at skipa fyri fleiri tiltøkum á kajøkinum og í Ítróttarhøllini, bæði fyri vaksin og børn. Millum annað verða grillaðir búffar at fáa á kaiøkinum, og um dagin verða ymisk tiltøk í Ítróttarhøllini fyri børn. Somuleiðis verður møguligt at bíleggja rundstykkir til sunnumorgunin.

Tónleikur verður á kaiøkinum, og seinni um kvøldið verður eisini fýrverk. Skrá fyri Bátastevnuna 2009 verður kunngjørd í vikuni.

Vestmanna Ítróttarfelag væntar, at tiltakið fær minst líka góða undirtøku sum undanfarin ár, og bjóðar hervið øllum vælkomnum á Bátastevnu 2009 í Vestmanna, leygardagin 16. maj 2009.

Vestmanna Ítróttarfelag