BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Bátastevnan 2009 í Vestmanna

Leygardagin 16. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna.

Á hvørjum ári seinastu sjey árini hevur Bátastevna verið hildin í mai mánaði. Soleiðis verður aftur í ár. Stevnan hevur verið ógvuliga væl umtókt. Undanfarin ár hava umleið 200 bátar úr øllum landinum sett hvørjum øðrum stevnu í Vestmanna til hugnaliga samveru. Tónleikur og sangur hava rungað á keiøkinum til langt út á kvøldið, og menn og kvinnur hava gingið borð um borð til hugna, reyp og sang – eitt sereyðkenni fyri Bátastevnuna. Bátastevnan í fjør bar av øllum við nógvum fólki, góðum stevnuhýri, metstórari luttøku av bátum og góðum veðri.

Longu nú er Bátastevnan nógv eftirspurd, og bátafeløg hava boðað frá, at tey so smátt eru farin at rigga seg til. Fólk við kampingvognum, á motorsúklum og á hestbaki, umframt mong onnur, plaga eisini at vitja stevnuna.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði vaksin og børn. Tá stevnan nærkast, verður endaliga skráin lýst.

Sum vanligt verður suppa v.m. at fáa, tá bátarnar hava lagt at. Um kvøldið verður skipað fyri stóra Bátastevnudansinum í ítróttarhøllini, har orkestrini Vestmenn og Thunderbirds spæla.

Vestmanna Ítróttarfelag vónar, at tiltakið aftur í ár fær góða undirtøku, og bjóðar hervið øllum áhugaðum vælkomnum á Bátastevnu í Vestmanna leygardagin 16. mai 2009.

Vestmanna Ítróttarfelag