BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Bátastevnan 2010

08.02.2010

Leygardagin 15. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna.

Eins og undanfarnu 8 árini verður aftur í ár skipað fyri Bátastevnu í Vestmanna. Hesuferð verður stevnan hildin leygardagin hin 15. mai. Eyðkenni fyri hesa vælumtóktu stevnuna eru, at her hittast sera nógv fólk at hava tað hugnaligt saman í bátum, húsvognum, á motorsúkklum og á ymiskan annan hátt. Í ár verða umstøðurnar hjá bátum og húsvognum enn betur enn tær hava verið. M.a. verður gjørt meira pláss til hvønn húsvognin,  og fleiri bátabrúgvar verða lagdar út. Bøtt verður um umstøðurnar at fáa atgongd til vatn- og elveiting, og saniteru viðurskiftini verða løgd betur til rættis hjá bæði bátum og húsvognum.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði vaksin og børn. Sum vanligt verður suppa v.m. at fáa, tá bátarnar hava lagt at. Teir vælumtóktu bátastevnubúffarnir verða eisini at fáa, umframt ymist annað til matna. Um kvøldið verður skipað fyri stóra Bátastevnudansinum í ítróttarhøllini.

Vestmanna Ítróttarfelag vónar, at tiltakið aftur í ár fær góða undirtøku, og bjóðar hervið øllum áhugaðum vælkomnum á Bátastevnu í Vestmanna leygardagin 15. mai 2010.

Ágóðin av tiltakinum fer til liðugtgerð av kappróðrarneystinum.

Vestmanna Ítróttarfelag