BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Bátastevnan 2011 - í tveir dagar

08.02.2011

Tíðindaskriv:

Fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai 2011 verður árliga Bátastevnan í Vestmanna.

Fyri 10. ferð verður skipað fyri Bátastevnu í Vestmanna. Hesuferð verður stevnan hildin tveir fylgjandi dagar, fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai '11. Kunning um bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum, verður lagt út á heimasíðuni www.vif.fo/

Skipað verður fyri tiltøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði børnum og vaksnum. Fríggjadagin 20. mai (Dýrabiðjudag) verður m.a. stórt barnatiltak við Trøllapætur og Trøllaommuni.

Sum vanligt verður suppa v.m. at fáa leygardagin, aftaná á siglingina av Fútakletti inn á Vestmanna. Seinni sama dag verður borðreitt við teimum vælumtóktu bátastevnubúffunum, umframt ymiskum øðrum. Barnatiltak við mini-tivoli, fiskibrunni, tombola, andlitsmáling, bóltkasti o.ø. verður kl.16 leygardagin. Leygarkvøldið verður stóri Bátastevnudansurin í ítróttarhøllini.

Vestmanna Ítróttarfelag bjóðar øllum áhugaðum vælkomnum á Bátastevnu fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai 2011. Ágóðin av tiltøkunum fer til liðugtgerð av kappróðrarneystinum.

           VÍF
Kappróðrarneystið