BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Bátastevnan 2012

01.03.2012

Tíðindaskriv

Leygardagin 19. mai '12 verður árliga Bátastevnan í Vestmanna.

Fyri 10 árum síðan varð á fyrsta sinni skipað fyri Bátastevnu í Vestmanna. Tað var í mai mánað 2002.  Í ár verður stevnan hildin leygardagin 19. mai. Kr. himmalferðadagur er hósdagin 17. mai. Bátar og húsvognar kunnu tí koma á plássini longu mikudagin 16. mai. Langteinakappróður, ið fyrstu fer varð royndur í fjør, verður Kr. himmalferðardag. Kunning um bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum, verður lagt út á heimasíðuni http://www.vif.fo/ Skipað verður fyri nógvum tiltøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði børnum og vaksnum.

Sum vanligt verður suppa v.m. at fáa leygardagin, aftaná á siglingina av Fútakletti inn á Vestmanna. Seinni sama dag verður ymist at fáa til matna í tjaldinum á keiøkinum. Barnatiltak við mini-tivoli, fiskibrunni, tombola, andlitsmáling, bóltkasti o.ø. verður kl.16 leygardagin. Leygarkvøldið verður stóri Bátastevnudansurin í ítróttarhøllini.

Vestmanna Ítróttarfelag bjóðar øllum áhugaðum vælkomnum á Bátastevnu leygardagin 19. mai 2012..

VÍF

Kappróðrarneystið