BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Bátastevnan 2013

06.02.2013

Tíðindaskriv:

Leygardagin 25. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna

Tað var í mai mánað 2002, at vestmenningar á fyrsta sinni skipaðu fyri Bátastevnu. Í ár verður stevnan hildin leygardagin hin 25. mai. Skipað verður fyri nógvum tiltøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði børnum og vaksnum. Nærri kunning verður á heimasíðuni vif.fo um bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum.

Sum vanligt verður suppa v.m. at fáa leygardagin, aftaná á siglingina av Fútakletti inn á Vestmanna. Seinni sama dag verður ymist at fáa til matna í tjaldinum á keiøkinum. Barnatiltak við mini-tivoli, fiskibrunni, tombola, andlitsmáling, bóltkasti o.ø. verður kl.16 leygardagin. Leygarkvøldið verður stóri Bátastevnudansurin. Arbeitt verður við at flyta dansin, sum altíð hevur verið í ítróttarhøllini, oman á keiøkið. Hetta hevur verið eitt serstakt ynski hjá gestunun, sum eru við bátum og húsvognum.

 

Vestmanna Ítróttarfelag bjóðar aftur í ár øllum áhugaðum vælkomnum á Bátastevnu leygardagin 25. mai.

VÍF
Kappróðrarneystið