BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Bátastevnan 2013

02.05.2013

Bátastevna verður í Vestmanna vikuskiftið 24.- 25. mai.

Tað var í mai mánað 2002, at vestmenningar á fyrsta sinni skipaðu fyri Bátastevnu. Í ár verður stevnan hildin leygardagin hin 25. mai.

Skipað verður fyri nógvum ymiskum tiltøkum fyri børn, ung og vaksin á Bátastevnuni.

Fríggjadagin 24. mai verða hesi tiltøk:
Stórt barnatiltak við BUBU og Kulum Røtum. Eik Banki hevur BASSA tiltak á keiøkinum.
Langteinakappróður.
Í Stóra tjaldinum verður rimmar konsert við m.ø. Finni Koba, Evy Tausen og Martin Joensen.

Leygardagin 25. mai siglir allur bátaflotin av Fútakletti kl. 14.30 inn á Vestmanna. Borðreitt verður við suppu o.ø. góðum afturvið í tjaldinum.

Í Hvonn-tjaldinum fáast teir vælumtóktu bátastevnubúffarnar o.a. til matna.

Skipað verður fyri mini-tivoli og tiltøkum fyri børnum í ítróttarhøllini leygardagin frá kl. 16.00.

Leygarkvøldið verður tann stóri bátastevnudansurin í Stóra-tjaldinum á kei-økinum, har Kim Hansen band og Countrybólkurin úr Klaksvík spæla til dans.

Bílegg pláss til bát og húsvogn
Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til batastevnan@vestmanna.fo ella ring til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar. Tilmelding fer fram til og við týsdagin 21. mai.

Kostnaðurin fyri bæði pláss til húsvogn og bátapláss er kr 500,-. Eitt atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni er við í prísinum.
Tilmeldingargjaldið skal flytast á konto nr. 6460-161.208.7 í seinasta lagi fríggjadagin 17. mai. Tá peningurin er goldin, er bíleggingin endaliga staðfest og atgongdarkort verður útflýggjað/sent við postinum.

Eftir 17. mai ber til hjá bæði bátum og húsvognum at koma á Bátastevnu. Tá verður avroknað á staðnum.

Atgongumerki
Bátastevnan í ár verður skipað øðrvísi enn undanfarnu árini. Økið rundan um keiina verður innihegnað, og neyðugt verður at keypa atgongumerki fyri at sleppa inn á økið. Atgongumerki gevur atgongd til øll tiltøkini, íroknað suppuna, sum eru á økinum báðar dagarnar meðan Bátastevnan er.

Les meira um atgongumerkjasøluna her.