Bátastevnan 2014

21.02.2014

Tíðindaskriv:

Bátastevnan 2014 í tveir dagar

Fríggjadagin 16. og leygardagin 17. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna


Skipað verður fyri nógvum tiltøkum fyri bæði børnum og vaksnum. Seinni verður nærri kunning løgd á heimasíðuni www.bs.fo um m.a. tiltøk, bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum o.a.

Fríggjadagin 16. mai verður ymist undirhald fyri børn. Um kvøldið verða konsertir í stóra tjaldinum har kendir tónleikarar luttaka. Skipað verður fyri matsølu v.m. í tjaldinum.

Leygardagin 17. mai verður suppa o.a. gott at fáa aftaná á siglingina av Fútakletti inn á Vestmanna. Seinni sama dag verður ymist at fáa til matna í tjaldinum á keiøkinum. Barnatiltøk við mini-tivoli, fiskibrunni, tombola, andlitsmáling, bóltkasti o.ø. verður leygardagin. Leygarkvøldið verður stóri Bátastevnudansurin í tjaldinum.

 

Aftur í ár bjóða vit øllum áhugaðum vælkomnum á Bátastevnu í Vestmanna fríggjadagin 16 og leygardagin 17. mai.

 

Bátastevnan