BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Bátastevnan 2016

05.04.2016

Tíðindaskriv                            7. apríl 2016

Bátastevnan 2016

Fríggjadagin 20. mai og leygardagin 21. mai verður Bátastevnan í Vestmanna

Árliga afturvendandi Bátastevnan verður hildin fríggjadagin 20. og leygardagin  21. mai. Hetta er fimtandi árið á rað, skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna, har bátafólk, kampingfólk og mong onnur savnast á keiøkinum til hugna, undirhald og at halda sær á gaman. Umframt bátar eru eisini kampingvognar, sum í hópatali vitja á Bátastevnuni.

Bátabrúgvar verða gjørdar klárar, eina viku áðrenn stevnan byrjar. Við brúgvarnar eru hentleikar til bátar, so sum el- og vatnveiting, trygdarútgerð, møguleiki at sleppa av við rusk, vesi o.a.
Somu týðandi hentleikar verða tøkir til kampingvognarnar, sum kunnu setast á økið í vikuni undan Bátastevnuni.
Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar í tveimum tjøldum, sum verða sett upp. Matsøla verður báðar stevnudagarnar í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum. 

Fríggjadagin 20. mai verða hoppiborgir o.a. fyri børn í tí minna tjaldinum. Í stóra tjaldinum verður ymist undirhald fyri børn og ung. Um kvøldið verður countrytónleikur. Aftaná spæla Sámal Ravnsfjall & Jóan Jakku Guttesen.

Leygardagin 21. mai verður felags sigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftan á siglingina fáa øll vitjandi ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har felagssangur og harmonikutónleikur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við sjóverjuskipi og tyrlu. Aftan á bjargingarroyndina verður kappróður, sokallaða “ódnartakið”, har allar bátarstøddir kappast á stuttum teini, einans 150 metrar.  

Leygarkvøldið undirhalda “Shamrock” við írskum fólkatónleiki í stóra tjaldinum. Síðan  verður dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum og legendariska “Countrybólkinum” úr Klaksvík. Í minna tjaldinum verður eisini dansur. Har spæla Signar í Homrum og Pállur Finnur Páll. 

Nærri kunning verður á heimasíðuni www.bs.fo um onnur tiltøk, bílegging av atgongumerkjum, bílegging av bátaplássum og plássum til kampingvognar v.m.

 Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna 20. og 21. mai 2016.

Bátastevnan