BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 26.09.2017

Bátastevnan byrjar tíðliga í ár

 

 

 

 

 

Nú er høvi at bíleggja sær húsvognapláss á keiøkinum og bátapláss við brúgvarnar. Í ár verður Bátastevnan sum áður lýst, hildin leygardagin hin 15. mai. Men longu frá mikudegnum 12. mai verður høvi hjá fólki í bátum og húsvognin at leita sær á Bátastevnu. Hósdagin 13. mai er nevniliga Kr. Himmalferðardagur, so her verður eitt gylt høvi at koma til Vestmanna at slappa av og njóta friðin og hugnaligu samveruna og stemningin í húsvogna- og bátaumhvørvinum á keiøkinum og framvið bátabrúgvunum. Fríggjadagin 14. mai verður stór barnakonsert, har Kularøtur koma við nýggjum sangum og  Trøllapætur og omman við fylgi koma á vitjan við einum báti, sum Trøllaomman fer at lána frá onkrum.

Ferðavinnan í bygdini skipar fyri ymsum spennandi tiltøkum so sum útferðum við bátum, frítíðarfisking á vøtnum og á sjónum, ATV koyring í fjøllunum v.m., og høvið verður at vitja Søgusavnið á Fjørðukrónni.

Lagt er upp til sera góðar karmar fyri eini rimmar Bátastevnu 2010, so tí ræður um at kvika sær og hyggja inn á kunningarsíðuna hjá Bátastevnuni 2010 fyri at fáa nærri kunning um tilmelding og annars øll tiltøk, sum verða í sambandi við Bátastevnuna.