Bátastevnan í Vestmanna 14. – 16. mai

16.04.2015

Tíðindaskriv:

 Bátastevnan í Vestmanna 14. – 16. mai

Summarið nærkast og tað ger Bátastevnan eisini. Nú eru bara 4 vikur eftir. Eina viku áðrenn stevnan byrjar, verður klárt at leggja bátin til brúgvarnar, sum verða lagdar út í havnabassenginum í Vestmanna. Pláss er til nógvar bátar og umstøðurnar verða framúr góðar hjá bátafólkinum at hugna sær og fáa nakrar góðar dagar og hópin av upplivingum ríkari, áðrenn kósin verður sett heim aftur. Somuleiðis verður klárt at koma við húsvogninum eina viku áðrenn, og seta hann á havnalagnum í Vestmanna.

Leygardagin 16. mai hava øll fría atgongd at fáa sær suppu við onkrum góðum afturvið, tá bátarnir eru komnir inn umleið kl. 15.30.

Allar dagarnar verður skipað fyri matsølu í stóra tjaldinum. Av tiltøkum sum verða á Bátastevnuni í ár kunnu nevnast:

Hósdagin 14. mai, Kristi himmalferðadag verður Countrykonsert við m.ø. Halli Joensen, Kristinu Bærentsen og Halleluja Sofus.

Fríggjadagin 15. mai verður nýggj framførsla við Ævintýraferðini, og um kvøldið hevur Elis Poulsen  beinleiðis “Upp á tá” sending í útvarpinum, har hann fær vitjan av limum úr norska dansibandbólkinum “Holmsve”.

Leygardagin 16. mai verður felags sigling av Fútakletti og inn á Vestmanna kl. 14.30, har gamli postbáturin “Ólavur” siglir á odda. Ókeypis suppa verður í tjaldinum. Bjargingarroynd við luttøku av tyrlu og verjuskipi verður beint aftaná innsiglingina. Vælumtókta kappróðrartiltakið “Ódnartak” verður á vágni, har kappróðrarbátar kappast á heilt stuttum róðrarteini. Shamrock undirhalda í stóra tjaldinum um kvøldið við írskum fólkatónleiki. Kl.23.30 byrjar stórdansurin við Føroya besta dansibólki í løtuni “Hans Jacob Hjelm & vinmenn” og norska dansibandbólkinum “Holmsve”. Í lítla tjaldinum spælir Signar í Homrum & Co frá kl. 23.30. Dansurin endar kl. 04.00 í báðum støðum.

Keyp atgongumerki og bílegg fast pláss á Bátastevnuni !

Atgongumerki til øll tiltøkini kunnu keypast í forsølu, sí nærri á www.bs.fo. Kostnaður fyri vaksin er 250 kr og fyri børn 80 kr. Við inngongdina er prísurin 300 kr fyri

 vaksin og 100 kr fyri børn.

Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til tilmelding@bs.foella ring til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar. Sí nærri á www.bs.fo